TÚ ERT HER:  » Um Tjóðpall Føroya
Kalendarin
Mi
Fr
Le
Su
 
 
1
7
8
9
10
11
12
13
14
15
16
17
18
19
20
21
22
23
24
25
26
27
28
29
30
 
 
 
Tíðindabræv
Navn 
Teldupostur 

Um Tjóðpall Føroya

Tjóðpallur Føroya er settur á stovn við Løgtingslóg nr. 68 frá 2. mai 2003.

Hann avloysir Leikpall Føroya, sum varð stovnaður í 1989 og sum skuldi breiða vegin fyri Tjóðpallinum.

Yrkisleiklistin í Føroyum hevði fram til stovnssetanina av Leikpallinum virkað burturav í og rundanum Leikbólkin Grímu, sum byrjaði sítt virksemi í 1975. Les um søguna her.

Tjóðpallurin virkar undir leiðslu av stjóra, sum hevur ábyrgd av øllum virkseminum. Afturat stjóranum eru fleiri starvsfólk knýtt at Tjóðpallinum.

Endamál
Sambært grein 5 í lógini skal Tjóðpallur Føroya
- í virksemi sínum leggja dent á føroysk verk á dygdargóðum listaligum støði eins og stovnurin skal framføra klassisk so væl sum nútímans altjóða verk
- geva borgarunum í øllum landinum eitt breitt og dygdargott tilboð av leiklist - sjónleiki so væl sum aðrari palllist
- tryggja sjónleikarum, dansarum og øðrum leikhússtarvsfólki hóskandi arbeiðsmøguleikar til tess at menna yrkisførleikar teirra
- skipa fyri leiklistaligum útbúgvingum og eftirútbúgvingum 
- fremja og menna yrkis- og áhugaleiklistina í Føroyum.

Lógir og kunngerðir

Løgtingslóg um Tjóðpall Føroya

Kunngerð um Leiklistaráð

Kunngerð um stuðul til leiklist v.m.


 

Motto

“Ein stór succés í einum lítlum leikhúsi er betri enn ein lítil succés í einum stórum leikhúsi og nógv betri enn ein lítil succés í einum lítlum leikhúsi”

Eugéne Ionesco