Heimsins bestu jarðarferðir

Mynd: Eva Eriksson úr bókini “Alla döda små djur”
Tjóðpallur Føroya sýnir í løtuni sjónleikin “Heimsins bestu jarðarferðir”. Spælt verður týsdag til fríggjadag klokkan 18.00, og leygar- og sunnudag klokkan 16.00. Atgongumerkini kosta 100 kr og fáast á kunningarstovuni og við dyrnar ein tíma undan sýning.
Heimsins bestu jarðarferðir er ein svenskur leikur fyri børn og vaksin, ið Volker Quandt hevur gjørt til leik eftir bókini “Alla döda små djur” eftir Ulf Nilsson og Evu Eriksson. Laura Joensen hevur týtt, meðan Birita Mohr leikstjórnar. Leikarar eru tey bæði Barbara Christophersen og Bárður Persson. Katrin Bonde stendur fyri búnunum.
Hetta er ein sera poetiskur leikur har vit øll, stór sum smá, kenna okkum aftur. Leikurin viðger deyðan á ein poetiskan og natúrligan hátt; deyðan, ið hugtekur og ræðir okkum øll, eisini børn. Hesin leikurin fæst óræddur við hetta evni, ið vit viðhvørt aftra okkum við at viðgera saman við børnum.
Leikurin verður fyrst framførdur á Tjóðpalli Føroya frá 16. Januar 2010. Síðani verður farið at ferðast kring landið.
Leikurin er fyrst og fremst ætlaður børnum frá 5 til 10 ára aldur, men talar sanniliga eisini til størri børn og ikki minst vaksin.
“- Verðin er full av deyðum! segði Ester. - Millum allar runnarnar liggur ein deyður fuglur, ein firvaldur, ein mús. Onkur má verða fittur og taka sær av teimum. Onkur má taka seg saman og jarða øll hesu deyðu. - Hvør? spurdi eg. - Vit, segði hon. Ester var altíð so djørv. Sjálvur ræddist eg bæði lívið og deyðan.”
Brot úr leikinum |