TÚ ERT HER:  » Spældir leikir » Aftan á undrið
Kalendarin
Mi
Fr
Le
Su
 
 
1
7
8
9
10
11
12
13
14
15
16
17
18
19
20
21
22
23
24
25
26
27
28
29
30
 
 
 
Tíðindabræv
Navn 
Teldupostur 

Heimsfrumsýning var á Tjóðpalli Føroya 24. Oktober, tá spildurnýggji føroyski sjónleikurin “Aftan á Undrið” eftir Jóanes Nielsen varð sýndur fyrstu ferð.

Hetta er aðru ferð Jóanes Nielsen roynir seg sum leikhøvund; fyrru ferð var “Eitur nakað  land Week-end?” sum Gríma setti upp í 2001, og sum vann Norðulendsku Dramatikaravirðislønina í 2002. Í hesum leikinum roynir Jóanes nýggjar leiðir.

“Aftan á Undrið” flytir seg alla tíðina millum veruleika og dreym, og er at kalla meira absurdur og dreymakendur.

Leikurin er um tólv ára gamla Dávid (Kristina Sørensen Ougaard), sum hevur svull á heilanum, og skal royna at sættast við tað. Leikurin fylgir Dávidi og hansara hugsanum og dreymum um familjuna, lívið, deyðan og – Pinocchio! Í dreymunum er Dávid Pinocchio, sum ikki er ein trædukka longur, men er blivin ein ordiligur drongur. Og eins og Dávid roynir Pinocchio at sættast við hvat tað er at vera menniskja.

Leikurin flytur seg millum hesar báðar heimarnar, tann veruliga og dreymin, og tað er ikki altíð lætt at síggja mun á. Verur úr Pinocchio-søguni blanda seg uppí veruleikan, og hjálpa Dávidi at finna seg sjálvan í einum hurlivasa av kenslum, fantasiið og dreymum.

Leikstjóri og pallmyndari eru úr Íslandi. Guðjón Pedersen hevur í eini tjúgu ár verið ein av kendastu og best umtóktu leikstjórum í landinum. Hann var stjóri í Borgarleikhúsinum í Reykjavík  í átta ár, og hevur eisini starvast uttanlanda, m.a. í Svøríki, Finnlandi og Kekkia. Elín Edda Árnadóttir hevur starvast á flest øllum leikhúsum í Íslandi, sum pall- og búnasniðgevi seinastu 20 árini. Millum annað saman við Guðjón Pedersen í Svøríki, Þjóðleikhúsinum, Borgarleikhúsinum og Frú Emilia.

Spildurnýggjur tónleikur er skrivaður til leikin, og er tað BUDAM ið stendur fyri tí partinum.

Leikararnir eru eitt bland av gomlum kenningum og nýggjum spírum. Kristina O. Sørensen, sum er útbúgvin á The Place og London Drama Centre og var við í Café Grugg í 2007; Durita Dahl Andreassen og Mariann Hansen leika fyri fyrstu ferð á Tjóðpallinum, og millum tey kendu andlitini eru Birita Mohr, Bárður Persson, Barbara Christophersen, Katarina Nolsøe og Hans Tórgarð.

Árni Baldvinsson stendur fyri ljósinum, Katrin Bonde ger búnar, Marjun Olsen og Drós Djurhuus standa fyri hári, sminku og maskum. Tónleikarar eru Rógvi á Rógvu og Búi Egason Dam.