TÚ ERT HER:  » Spældir leikir
Kalendarin
Mi
Fr
Le
Su
 
 
1
7
8
9
10
11
12
13
14
15
16
17
18
19
20
21
22
23
24
25
26
27
28
29
30
 
 
 
Tíðindabræv
Navn 
Teldupostur 

Kvinnan í svørtum


Enski rithøvundin, Susan Hil, fødd í 1942, hevur skrivað fleiri skaldsøgur og stuttsøgusøvn, og er einamest kend fyri sínar spøkilsissøgur.  Hon leggur seg eftir  og roynir ikki,  at geva søgunum annað skap enn  siðbundna,  serstaka  dámin, sum enskar ræðusøgur hava , við einum mannfólki  sum høvuðspersóni,  hendingum, ið  fara fram rundan um sorgarleikir í familjum, og søgum á tremur við teimum vanligu ræðsluímyndunum, so sum gátuførir  dupultgangarar, løgnir skapningar, goymd og gloymd loyndarmál, avdúkandi skjøl  og  ikki  at gloyma vandamikil og hevndarhugað spøkilsi.

“Kvinnan í Svørtum” , sum kom út í 1983, er onki undantak á hesum øki og er helst mest kenda skaldsøgan hjá Susan Hill.

Søgan er um unga sakføraran Arthur Kipps, sum verður sendur avstað at avgreiða búgvið eftir eina konu, ið nýliga er deyð.  Hann finnur útav, at deyða konan hevur livað eitt einsamalt lív í einum mystiskum, fjartliggjandi húsum, og at fólk har í bygdini helst vilja sleppa undan at koma nærhendis húsunum, tí tey halda,  at ein banning hvílir yvir teimum.  Kipps upplivir ymiskt ræðsluvekjandi, meðan hann er í  húsunum, og nøkur ár seinni  verður hann offur fyri einum sorgarleiki, sum er ein beinleiðis avleiðing av, at hann fór í holt við at granska í lívinum hjá eini deyðari konu. Hetta  fylgir honum sum ein marra í fleiri ár.

Enski sjónleikarin og leikritahøvundin Stephen Mallatratt , ið doyði í 2004, megnaði meistarliga at flyta skaldsøguna hjá Susan Hill yvir á pall, og var leikurin fyrstu ferð framførdur á Theatre- by- the- Sea í Scarborough í 1987.  Leikurin var sera væl móttikin, og bleiv seinni, í 1989, settur upp á the Fortune Theatre í West End í London, har hann enn gongur fyri fullum húsum.  “Kvinnan í Svørtum”  er tann leikur, ið hevur verið spældur næstlongst í West End.  Hin mest spældi á West End er sum kunnugt “Músafellan” av Agathu Cristie.

Tað sum Stephen Mallatratt hevur lagt afturat, tá hann gjørdi skaldsøguna um til leik, er, at hann letur Kipps leiga ein ungan sjónleikara at hjálpa sær at fortelja og enduruppliva hendingarnar, ið honum vóru fyri, og sum leikur fer, broytist sjónleikarin til hin unga Kipps og áskoðarin fær kensluna av, at ræðuliga søgan hjá gamla Kipps er við at endurtaka seg.  Hevndarhugaða spøkilsi – “Kvinnan í svørtum” – kann vera manað fram aftur, bara tí  at søgan verður søgd enn einaferð, og  vit,  sum eru vitni til ræðusøguna,  kunnu vit eisini vænta okkum, at verða plágað  av einum hevndarhugaðum spøkilsi? 

Í leikinum eru bert tveir leikarar – pallsetingin er einføld,  men huglagið og dramaið í sjálvari søguni megna at  skaka og ræða áhoyraran soleiðis, sum bert ein væl søgd  “gammeldags” spøkilsissøga kann.

Leikurin “Kvinnan í svørtum” er týddur og framførdur  í 40 ymiskum londum.  Í 1989 bleiv  sjónvarpsfilmur  gjørdur av leikinum, og er hann eisini gjørdur til útvarpsleik.  Skaldsøgan hjá Susan Hill er nú vorðin útnevnd partur av tjóðarogn Onglands.

Tað sigst, at í Fortune Theatre í London, har leikurin hevur verið spældur  síðani 1989, er farið at spøkja í seinastuni.  Fleiri ferðir, tá leikurin er um hálvrunnin, hava sjónleikararnir sæð eina kvinnu í svørtum.  Hon situr uppi á balkongini og  fylgir við sýningini í tøgn.

Nú verður leikurin framførdur á Gamla Meiarínum í Havn.  Eitt gamalt hús, sum ivaleyst goymir sínar loynidómar úr fortíðini.  Kanska okkurt spøkilisi úr gomlu Havnini verður manað fram við hesi søgu ..... men vit vága okkum undir tað, og vóna, at hevndin hjá  kvinnuni  í svørtum ikki rakar okkum.....